Til ber at bíleggja tíð á tlf.  31 80 70

Keypskurv (0)

Keypskurvin er tóm

HOT STONE VØDDAMÝKING

 

1224 Hot stone kropsmýking, uml. 60 min.

600,-

1225 Hot stone ryggmýking, uml. 30 min.

400,-

 

 Les meira um Thalasso Hot Stone her.

VANLIG VØDDAMÝKING

 

Kropsmýking við eteriskum oljum. Íroknað hvíld í umleið 5 min.  
1500 Kropsmýking, relax í umleið 30 min 400,-
1502 Kropsmýking, relax í umleið 60 min 600,-

1503 FYSIOURGISK VØDDAMÝKING

650,-

Frá høvd til fót. Mýkingin stimbrar blóðrenslið, avstressar og úrspennir kropp og sál, gevur nýggja orku og loysir vøddaspenningar. Vælvera fyri kropp og sál.

Viðgerðin verður framd av serútbúnum vøddamýkjara og tekur umleið 60 min.

 

  

1504 FYSIOURGISK VØDDAMÝKING                                                                                              

Klassisk ryggmýking, ella bein, í umleið 30 min.   kr. 450,-

10 GÓÐAR ORSØKIR TIL AT FÁA VØDDAMÝKING

- Betrar immunverjuna

- Mennir nervaskipanina

- Betrar lagið 

- Størri kreativitet

- Minkar strongd

- Betrar svøvnin

- Minkar um pínu

- Størri fimleiki

- Gevur vælveru

- Betrar lívsorkuna

VØDDAVIÐGERÐ OG VÆLVERA

Vøddamýking hevur verið nýtt í túsund ár sum ein náttúrlig heilsubót. Tá ið vit verða eym og spent í vøddunum trekkja blóðbanarnar seg saman, soleiðis at blóðrenslið ikki rennur frítt. Avfallsevnir hópa seg upp ístaðin fyri at verða útskild náttúrliga gjøgnum blóð og lymfur. Mýking gevur kroppinum loyvi til at endurbyggja seg sjálvan og er ein linni, tá ið vit eru eym, hava andsperru ella eru fyriløgd.
 
Spenningar standast av ymiskum orsøkum, eitt nú vánaligari arbeiðsstøðu, statiskum arbeiði, ovurstrongd. Men spenningar kunnu eisini standast av sálarligum ávum so sum órógv, strongd og angist.  Hesir spenningar setast á kroppin og geva sum frá líðir pínu í rygg, herðar, nakka, høvd, mjadnar, knø, umframt m.a. spenningshøvuðpínu, troyttheitt, strongd, høgt blóðtrýst og aðrar ójavnar á kropp og sinn. 
 
Kroppur okkara hevur tørv á umsorgan, at vit geva okkum fær um tey boð, sum kroppurin gevur okkum, og fara væl um hann. Vøddamýking er gagnligt hjá øllum: pinkubørnum, børnum, tannáringum, tilkomnum og eldri. Vit hava øll gott av at verða rørd.  Vøddamýkingin kann fyribyrgja skaðum, um farið verður nóg tíðliga til verka.  Vøddamýking hevur ikki hjáárin.  Fólk, ið íðka nógvan ítrótt, eiga at geva sær stundir til regluliga vøddamýking, hetta fyri at fyribyrgja skaðum og endurbyggja vevnaðin í vøddunum, umframt at strekkja út og gera vøddarnar langar og fimar.