ANDLITSVIÐGERÐIR FYRI KVINNUR OG MENN
Vit bjóða andlitsviðgerðir eftir konseptinum hjá vælkendum veitarum sum Medex og Murad. Vel eina av viðgerðunum niðanfyri – við Medex ella Murad produktum, ella lat okkum meta um hvat hóskar best til tín tørv.
1200 Luksus andlitsviðgerð – til tín, ið vil nakað heilt serligt
Andlitið verður reinsað, deyðar húðkyknur “exfolierast” burtur undir dampi, “Eukalyptus inhalations therapi”, djúpdarreinsing og brýr verða rættaðar. Mýking av andliti, hálsi, herðum og skalla. Maska á andlit og háls og í meðan fáa hendurnar vælverumýking. Viðgerðin endar við munagóðum, nørandi og røktandi andlitskremum, sum hóska til tín tørv, og bleytgerandi varrakremi. Til hesa viðgerð kanst tú eisini velja at fáa AHA fruktsýruviðgerð ella luksusmasku til eyguni.
Viðgerðin tekur uml. 90 min. og kostar kr. 900.-
1202 Basis (vanlig) andlitsviðgerð
Andlitið verður reinsað, deyðar húðkyknur “exfolierast” burtur og møguligar óreinskur verða eisini reinsaðar burtur. Mýking av andliti, hálsi og herðum. Maska á andlit og eygu og í meðan fáa hendurnar vælverumýking. Viðgerðin endar við munagóðum, nørandi og røktandi andlitskremum, sum hóska til tín tørv, og bleytgerandi varrakremi.
Viðgerðin tekur uml. 55 min. og kostar kr. 800.
1204 Viðgerð fyri acne ella aðrar húðtrupulleikar
Sera munagóð djúpdarreinsan í andliti, ella tilsvarendi ryggviðgerð. Andlitið verður reinsað, djúpdarreins, peeling, damp, útreinsing, maska, ampul, maska, galvanisk streymviðgerð eftir ynski, og at enda nørandi og røktandi dagkrem og varrakrem.
Viðgerðin tekur uml. 45 min. og kostar kr. 750
1205 Kurviðgerð við fruktsýru (AHA)
Viðgerð fyri pigmentbroytingar, acne og fínar rukkur. Bøtir eisini um fuktjavnvágina. Andlitið verður reinsað, djúpdarreins, peelingmaska, damp, útreins, AHA fruktsýra, maska, serum og at enda nørandi og røktandi dagkrem og varrakrem.
Viðgerðin tekur uml. 60-70 min. og kostar pr. viðgerð kr. 900
1206 Uppfrískandi andlitsviðgerð
Forkela teg sjálvan og fá strálandi vakra og fríska húð meðan tú tekur tær av løttum eina løtu.
Andlitið verður reinsað, deyðar húðkyknur “exfolierast” burtur undir aromadampi. Maska, ið hóskar júst til tín, á andlitið og løtt forkelandi mýking. Til seinast “collagen buster serum”, krem til eygu, háls og andlit.
Viðgerðin tekur uml. 30 min. og kostar kr. 500
1207 Ung húð/teenage andlitsviðgerð
Djúpdarreinsan til ung undir 18 ár. Andlitið verður reinsað, djúpdarreins, peelingmaska, damp, útreinsan, maska, og at enda nørandi og røktandi dagkrem og varrakrem.
Viðgerðin tekur uml. 35-40 min. og kostar kr. 500
1208 Andlitsmýking
Forkelandi og styrkjandi mýking av fínu andlitshúðini við angandi og vælgerandi aromaoljum.
Viðgerðin tekur uml. 30 min. og kostar kr. 500
1209 Diamantslíping við Silkpeel – Ein heilt serlig uppfrískandi viðgerð
Umframt húðslíping við diamanthøvdi verður samstundis innslúsað sera virkin evni, alt eftir hvat húðini tørvar, ein sokallað vátslíping – húðynging, fuktviðgerð, bleiking ella acneviðgerð. Eisini er møguleiki at velja eitt c-vitamin boost. Viðgerðin verður brúkt av nógvum húðlæknum og medisinskum Spa í USA.
Viðgerðin er heilt serlig ti at talan er um eina vát-slíping og tískil sera góð fyri húðina. Ein kann velja millum 4 ymisk evni til viðgerðina, bleiking, Acne, pigmentering og c-vitamin boost.
Viðgerðin er eisini sera vælegnað sum ein kurur yvir fleiri vikur, alt eftir hvussu støðan er við húðini – fá eina óbindandi húðgreining pg ráðgeving um viðgerðarmøguleikarnar og útlit til betran av húðini.
Er sera vælegnað at fremja innan aðra viðgerð.
1209 Andlitsviðgerðin tekur umleið 30 min. og kostar kr. 900, iroknað serlig aktiv serum í sambandi við viðgerðina
1215 Gentlemen’s treatment
Andlitsviðgerð fyri menn. Húðin verður reinsað, rættan av brúm, aromadamp, andlitsmýking í uml. 20 min., viðgerð við serum og at enda nørandi og røktandi dagkrem. Viðgerðin tekur uml. 1 tíma og kostar kr. 700,-.
Samstundis fært tú holla vegleiðing í húðrøkt og til heimabrúk hava vit, t.d. eina kremrøð í nevnist “Medex for Men”.
1216 Anti age kaviar andlitsviðgerð
Nýggj slóðbrótandi anti age andlitsviðgerð frá Medex, sum er sera nørandi og uppbyggjandi fyri húðina. Viðgerðarproduktið inniheldur m.a. stør kaviar, grøna algu og kollagen. Viðgerðin tekur uml. 1,5 tíma og kostar kr. 950,-.
Samstundis fært tú holla vegleiðing í húðrøkt. Til heimabrúk hava vit tvey ymisk krem í serflokki Beau Relax og Creme De Caviar, ávikavist anti age og nørandi krem.
1217 Luksus – samansett viðgerð
Avslappandi andlitsviðgerð v/dekollté, ryggmýking, handaviðgerð v/neglalak, lita vippur og brýr og at enda løtt dag make-up. Ímeðan kanst tú leska tær við frískari frukt og juice.
Viðgerðin tekur uml. 2 tímar og kostar kr. 1.500,-.
Samstundis fært tú holla vegleiðing í húðrøkt og til heimabrúk hava vit tvey ymisk krem í serflokki Beau Relax og Creme De Caviar, avikavist anti age og nørandi krem.
1218 Serviðgerð til viðkvæma húð
Serviðgerð til andlitshúð við eksem, viðkvæma og sera turra húð. Viðgerðin umfatar: reins, mýking av andliti, dekollté og herðum. Peeling, damp, útreinsing, rættan av brúm, maska, serum, egna-, dag- og varrakrem. Húðgreining og vegleiðing.
Viðgerðin tekur uml. 75 min. og kostar kr. 950,-.
Dermaroller húðynging – heimaviðgerð og klinikviðgerð
Serum8 er eitt danskt produkt sum hevur staðið sýna roynd innan húðynging á danska og útlendska marknaðinum. Byrjað verður við heimaviðgerðum har húðin skal “rullast” við Dermaroller8 og smyrjast við Serum8 hyaluronsýru 2-3 ferðir um vikuna í 4-5 vikur, síðan skal ein hava klinikk viðgerð á Cosméto,, sum fer meira í dýbdina.
Umráðandi er, at fáa køna vegleiðing innan byrjað verður við heimaviðgerðini og tískil fremja vit fyrstu “heimaviðgerðina” á Cosméto, saman við kundanum, uttan eykakostnað.
Serum8® Dermaroller er sera gott, bæði sum fyribyrging, og sum viðgerð fyri fínar linjur, rukkur, arr, strekkmerkir, sólskaðar (pigmentplettir) og styrking av húðini. Er eisini sera virkið til óreina húð.
Heimasettið kostar kr. 1.895, íroknað eina “heimaviðgerð” á Cosméto
Klinikkviðgerðin av andlitinum kostar kr. 1.500 og 3 ferðir fyri kr. 4.000
Dermapen viðgerð av avmarkaðum økjum á andlitinum kostar kr. 900
Les meira her um Dermaroller8 og Serum8: www.dermacosmetics.dk/behandlinger/hjemmebehandling.html
Vælkomin at støkka innar á Tinghúsvegi 55, ella ring 318070 og avtala eina óbindandi, ókeypis vegleiðing, til hesa heilt serligu húðyngingarviðgerð
Eyka forkelilsi í samband við eina vanliga andlits-, krops-, handa- og fótaviðgerð:
1259 Liting av brúm ella vippum kr. 200
1261 Mini handaviðgerð (manicure) kr. 250
1262 Fuktgevandi parafinbjálving av hondum kr. 400
1263 Hártøka við voks – yvirvørr ella høka kr. 200
1264 Løtt Make-up kr. 250
1265 Fruktsýra kr. 250
1266 Ryggmýking í 15 min. kr. 400
1267 Voksa høku og yvirvørr kr. 200
1705 Húðynging við Medex Mesoterapi/plastic Neuro – uttan nálir
Ein nýggj og sera munagóð húðynging, sum betrar um húðina sum heild – slættar fínar rukkur, gevur fastari og yngri húð. Mælt verður til 3 viðgerðir og síðani 1 viðgerð pr. ár fyri at viðlíkahalda úrslitið. Mælt verður eisini til, at brúka tey nýggju Medex Kaviar produktini til heimabrúk.
Viðgerðin tekur umleið 90 min. og kostar kr. 1850.

